Sonja J. Jógvansdóttir, uttanflokkatingkvinna, segði í lesarabrævi í síðstu viku, at eftir hennara metan, so skuldi byggingin á Glasi steðga í eitt tíðarskeið, soleiðis at greiða kundi fáa málinum og hvussu tað hekk saman. Tað metti hon, at tey, ið skulu játta pengar til verkætlanina, mugu fáa greiðu á.
Hendrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, segði, at tað var ikki neyðugt at steðga byggingina, tí eitt óheft eftirlit var á staðnum, Syn og Skøn, og tað mátti metast at verða nóg gott.
Eisini metti Hendrik Old, at tað vórðu ov nógvir aðrir trupulleikar tengdir at einum fyribils steðgi, so sum at tímalønt arbeiðsfólk bleiv sent til hús. Eisini mátti mann miða eftir at fáa bygningin innilokaðan áðrenn veturin kom og stormarnir byrjaðu.
Sonja J. Jógvansdóttir, sigur í lesarabrævi í dag, at Syn og Skøn kann ikki brúkast sum vanligt uttanveltað eftirlit, tí tað verður brúkt til trætumál.
Eisini metir Sonja, at landstýriskvinnan í mentamálum eigur at seta eitt óheft eftirlit at sýna byggingina og ger hon ikki tað, so kunnu vit bert ganga út frá, at byggingin yvirheldur freistirnar.
Sí lesarabrævið her