Sonja drotning kemur leygardagin

Klokkan 13 leygardagin stígur Sonja drotning av Noreg á land á Bursatanga í Havn, har Kaj Leo Johannesen, løgmaður, Heðin Mortensen, borgarstjóri og Peter Even Djurhuus, norskur konsul, taka ímóti saman við øðrum.

Eftir at hava hitt fjølmiðlar á bryggjuni, fer drotningin við fylgi til Kirkjubøar, har Jóannes Patursson, bóndi, tekur ímóti og vísir runt. Í Stokkastovuni verður døgurði saman við landsstýrisfólki, løtingsformansskapinum, bispi og løgtingsstjóranum, Súsonnu Danielsen.

Eftir tiltakið í Kirkjubø verður farið á Listasavn Føroya, har stjórin fer at vísa runt og greiða frá.

Vitjanin hjá norsku drotningini í Føroyum endar klokkan 16:30, tá hon fer aftur á kongaskipið Norge.