Sonja, drotning, vitjaði seinnapartin á Listasavni Føroya.
Nils Ohrt, leiðari á Listasavninum, tók ímóti drotningini. Fyrst var steðgað við standmydnina Omaná og undir vatninum av Hans Paula Olsen, ið stendur uttanfyri dyrnar og síðani var farið inn á Listasavnið.
Les eisini Listin lokkaði Sonju drotning higar
- Sonja, drotning, hevur arbeitt við grafikki sjálv, so vit nýttu nakað av tíð í grafikkgongini, sigur Nils Ohrt. Vit vístu henni verk, vit hava hangandi har, so sum av Janusi Kamban og Elinborg Lützen.
- Hennara hátign er eisini útbúgvin innan listasøgu, og tað var eyðsæð, at hon kendi væl til sereyðkenni fyri ymiskar tíðir og kendi myndevni aftur.
Les eisini Søgan situr í veggunum
- Vit nýttu eisini nógva tíð við føroysku málarunum, sum Ingálvi av Reyni, Sámali Joensen-Mikines og Ruth Smith. Vit vitjaðu sjálvandi eisini inni í rúminum hjá Tróndi Patursson og Edward Fuglø, sigur Nils Ohrt.