Tað verður ein øðvísi jólakonsert á skránni í Fuglafirði leygarkvøldið. Tá fara Eivør Pálsdóttir, Guðrun Sólja Jacobsen, Lena Anderssen og Kristel Lisberg at syngja á somu konsert, og tað er ikki komið fyri áður.
Hetta eru kvinnur, sum seinnu árini hava gingið undan í føroyskum tónleiki.
Eivør Pálsdóttir eru vorðið eitt kent navn uttanlands, og serliga í Íslandi hevur hon havt vind í seglunum seinastu tvey árini. Í fjør vann hon tvær tónleikavirðislønir har, og hon er aftur í ár í uppskoti til tvær slíkar.
Lena Anderssen hevur eisini verið uttanlands og roynt seg við tónleiki, og harafturat hevur hon eisini givið tónleik út í Føroyum. Seinast útgávan hjá henni er besta føroyska poppfløgan í nógv ár.
Guðrun Sólja Jacobsen skal fyrst í næsta ári geva sína næstu fløgu út í Danmark, og hon verður eisini við í seinastu kappingini um at gerast tann endaliga Stjørnan í eitt kvøld.
Kristel Lisberg er ein ung songkvinna, sum longur hevur gjørt vart við seg við góðum konsertframførslum og eini stakfløgu, sum hevur verið nógv spæld.
Konsertin við teimum fýra verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði leygarkvøldið kl. 20.00
Konsertin er ein sitikonsert, og atgongumerkini fáast í forsølu.