Songrøddin byrjaði heima á Sandi:
Næstseinasta vikuskiftið byrjaði Songrøddin í Virkinum á Sandi.
Tiltakið var væl vitjað, og fyrireikararnir halda, at tiltakið eydnaðist stak væl.
7 luttakarar vóru við í 5 framførslum, og vinnari gjørdist Siborg
Nielsen úr Skopun.
Tvey kvøld í Vágunum:
Seinasta vikuskifti var so hildið fram í Bygdarhúsinum í Miðvági.
Ikki færri enn 21 luttakarar vóru við í 10 framførslum.
Byrjað var fríggjakvøld við øllum luttakarunum, og 6 teir bestu
luttakararnir komu so víðari til semifinaluna leygarkvøldið.
Vinnarin leygarkvøldið var Elsebeth Jacbobsen úr Miðvági, ið vann tepurt á Marian Klein Ivansdóttir úr Vestmanna og Finni F Jacobsen úr Sandavági, ið gjørdust ávíkavist nummar 2 og nummar 3.
Sera góð undirtøka í Havn:
Eins og í Vágum, setir Songrøddin met í Havn í ár, viðvíkjandi
luttakaratali. Umleið 30 fólk vera við á okkurt um 20 framførslum.
Tiltakið verður í Sjónleikarhúsinum. Byrjað verður fríggjakvøldið 16. oktober við innleiðandi kappingini, og hildið verður fram leygarkvøldið 17. oktober við semifinalistunum. Av tí at sera nógvir luttakarar verða við fyrra kvøldið, verður byrjað við sjálvari kappingini fyrr enn vanligt, og tí mugu áhoyrarar møta í góðari tíð, um teir vilja fáa alla kappininga við. Fyrireikarnir fara at hava kiosk við sodavatni og onkrum øðrum í hølinum.
Hølini eru sera snotilig og væl egnaði til slík tiltøk. Tó rúma hølini ikki so nógv fólk sum hallirnar, har vanligt hevur verið at havt umfarið í Havn, so hugsast kann, at atgongumerkjasølan steðgar tíðliga á kvøldi, um fult hús er, so umráðandi er at koma í góðari tíð.
Restin av kappingini.
Tað verður frívika komandi vikurskifti, men síðani verður hildið áfram hvørt vikuskifti, til finalan verður 14. Novembur. Kappingin sær soleiðis út:
16-17. oktober: Sjónleikarhúsið í Havn
23. oktober: Lognbrá í Klaksvík
29-30. oktober: TB Húsið á Tvøroyri
6-7. november: Glyvra Bio
14. november: Kambsdalur, Finalan
CHASE hava 10 ára jubileum, og gera Come-Back til finaluna
Finalan verður, sum áðurnevnt, tann 14. novembur í høllini á Kambsdali. Finalistarnir frá øllum 6 økjunum vera við. Tveir eru funnir og 4 eru eftir at finna.
Tað verða Lena Andersen Band og Chase sum koma at spæla til sjálva
finaluna. Talan er sostatt um eitt hit best umtókta navni í løtuni og ein »klassikara«. Lena er vorðin sera kend við síni fløgu, ið nevnist Long Distance, meðan Chase ger eitt sera forvitnisligt Come-Back, sum er fingið í lag í samband við Songrøddina, og tí at tað eru 10 ár síðan bólkurin byrjaði við sínum slóðbrótandi rokki. Allir Chasararnir búgva í Føroyum, uttan Edmund Jacbosen (sang), og hann verður tí flogin upp til tiltakið.










