Songrøddin 2009 skal finnast leygarkvøldið

Ársins Songrødd 2009 nærkast endanum, og leygarkvøldið verður avgjørt hvør av teimum átta finalistunum fer avstað við sigrinum. Leygarkvøldið verður tað stóra brakið í Høllini á Kambsdali.

Finalan av Ársins Songrødd er á skránni og vinnarin skal hetta kvøldið finnast ímillum teir átta finalistarnir.

Fyrireikarar siga, at tað væntandi verður ein torfør uppgáva hjá dómarunum, ið skulu velja og vraka ímillum finalistarnir.

 

Nógv undirhald er eisini á skránni. Bæði áðrenn og aftaná kappingina verður nakað á skránni fyri luttakararnir. Millum annað trínur Finnur Jensen, forsangarin úr Páll Finni Páll á pallin, har hann eftir ætlan fer at framføra tey víðagitnu Páll Finnur Páll løgini.

 

Eitt undirklædnamótashow verður eisini á skránni, og ímillum hálvnaknu damurnar verður eisini Connie Brockie, ella sum hon mangan verður nevnd ? Paradise Connie. Umframt hetta verður Dj show á skránni.