Songbók Guds Fólks kemur útaftur

Tað er komið væl á leið at tilrættisleggja nýggju útgávuna av Songbók Guds Fólks. Sangbókin verður væl størri enn tann, ið nú verður nýtt í føroysku brøðrasamkomunum

Fyrsta stóra sangsavnið av andaligum sangum undir hesum navni kom út í 1952.

Í 1976 - altso 24 ár seinni - kom onnur útgávan, sum var eitt sindur størri enn hin fyrra.

- Nú eru 32 ár liðin, síðani seinasta útgávan av Songbók Guds Fólks kom út. Nógvir sálmar og sangir eru komnir aftrat síðani tá, og sum verða nýttir í samkomunum, verður sagt.

Tað skilst, at nýggja útgávan fer at telja umleið 2000 sangir, so talan er um eina rættiliga stóra sangbók.

Nýggja sangbókin kemur út í næstum.