Song til Barcelona

Arsenal miðvallarin, Alex Song, er í dag í Barcelona til læknakanning. Bretskir miðlar siga, at Arsene Wenger er troyttur av, at Alex Song ikki gevur seg fult út til til venjing og fleiri ferðir er komin ov seint.

 

Enn ein Arsenal leikiari verður nú seldur til Barcelona. Frammanundan hava menn sum Thierry Henry, Emmanuel Petit, Marc Overmars og Cesc Fabregas valt at skifta frá Arsenal til Barcelona. Í dag er so Alex Song avmyndaður uttanfyri Nou Camp í Barcelona undan eini læknakanning.

 

Arsenal seldi í fjør Cesc Fabregas til Barcelona, meðan Samir Nasri til fór til Manchester City. Í summar fór so Robin van Persie til Manchester United, og í dag kemur avtalan um at Alex Song skiftur til Barcelona helst upp á pláss.

 

Sambært eitt nú Dailymail, so skal Arsene Wenger verða óður um at Alex Song ikki hevur uppført seg sum hann skal seinasta hálva árið. Hann skal hava verið hálvhjartaður til venjing og verið komin ov seint fleiri ferðir. Sama blað sigur seg eisini vita, at Alex Song er óður um at hann ikki hevur fingið ein betri sáttmála. Samráðingarnar millum hann og Arsenal slitnaðu í januar mánaði.

 

Alex Song er verjukendur miðvallari, sum kemur úr Kamerun. Hann hevur spælt í Arsenal í sjey ár. Tað bleiv til 138 dystir. Seinnu árini gjørdist hann ein lyklaleikari og í fjør legði hann millum annað upp til ellivu mál.

 

Prísurin fyri Alex Song liggur um 150 milliónir krónur.