Lagið er frá komandi Son of Fortune plátuni Voodoo Pop, ið er upptikin í Nasvhille Tennessee saman við Grammy-vinnandi toyminum Mike Fahey og Vance Powell.
"Not My Time" varð skrivaður í Nasvhille í januarmánaða í 2019 ein timburmannadag, eftir at Benjamin Petersen hevði verið á konsert hjá Willie Nelson.
Benjamin búði á hostellinum 1st Avenue North, og har kom hann í prát við ein av gestunum, og lívssøgan hjá manninum gav íblástur til tekstin í Not My Time.
Son of Fortune plátan Voodoo Pop kemur út 8. mai.
##med2##