Á Eystanstevnu vóru róðrarnir 500 metrar og róu manningarnar frá oljukeiini og úteftir fjørðinum.
Firvaldur vann aftur hjá gentunum, eins og á undanfarnu stevnunum. Tíðin var 02:55.20, Ørnin gjørdist nummar tvey við tíðini 02:58.13 og Hvassi nummar trý við tíðini 03:06.21. Nummar fýra gjørdist Hulda, nummar fimm Báran, nummar seks Beinta, nummar sjey gjørdist Dúgvan, nummar átta Pílur, nummar níggju Títtlingur, nummar tíggju Teistin og nummar ellivu gjørdist Royndin Fríða.
Hjá dreingjunum vann Junkarin aftur, við tíðini 02:33.22. Spógvin bleiv nummar tvey við tíðini 02:37.05 og Beinta gjørdist nummar trý við tíðini 02:42.08. Jomfrúgvin gjørdist nummar fýra, Svanur numma fimm, Ternan nummar seks og Pílur nummar sjey.










