Somu tryggingartreytir til kvinnur og menn

Løgtingið fer í dag millum annað at viðgera uppskot frá Framsókn til samtyktar um at javnseta útgjald til menn og kvinnur, tá umræðu lívrentutryggingar.

Fýra mál er á skrá til tingfundin klokkan 11 í morgun. Skráin til tingfundin er hendan:

1.    1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 55/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kærunevnd í lendismálum (Kærumyndugleikin sambært náttúrumargfeldislógini, náttúrufriðingarlógini, umhvørvisverndarlógini og havumhvørvisverndarlógini lagdur til Kærunevndina í lendismálum, sum..)

2.    1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 56/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um umhvørvisvernd (Heimild at leggja kærumyndugleikan til ávísa kærunevnd)

3.    1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 57/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um náttúrufriðing (Avtøka av friðingarnevndum o.a.)
Tingmálinini nr. 55, 56 og 57/2019 verða viðgjørd undir einum og beind í Rættarnevndina

4.    1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 58/2019: Uppskot til samtyktar um at javnseta útgjald til menn og kvinnur tá umræður lívrentutryggingar
Málið verður Vinnunevndina

5.    Framløga

Á tingfundinum í morgin klokkan 11 eru munnligir fyrispurningar á skránni.