Listin er langur yvir oljudálkingar á vágum og firðum í Tórshavnar kommunu.
Tað vísir eitt innanhýsis skjal, sum umsitingin hjá býráðnum í Havn hevur latið gjørt.
Á yvirlitinum sæst, at 30 tilburðir av oljudálking eru skrásettir í tíðarskeiðnum frá 12. januar 2002 til 26. juni 2003. Aloftast á Havnarvág.
Ikki altíð ber til at gera upp, hvussu stórar mongdirnar eru, og bara í 12 førum eru litrar settir á. Tær ferðirnar geva 24.750 litrar, sum eru runnir á sjógv. Talan er bæði um gassolju, spillolju og hydraulikkolju, og ofta er talan um bunkring og yvirbunkring.
Við listanum í hondini ber eisini til at staðfesta, at onkrir syndarar ganga aftur. Í nógvum førum stendur »ókendur« út fyri dálkingarkelduna, heilar 13 ferðir. Tað vil siga, at tey eru fleiri, sum ikki so frægt sum boða frá, tá tey hava likið olju á sjógv.
Ivasama dálkingarmetið eigur skipið Ljósafelli. Heilar fýra ferðir hevur Ljósafelli dálkað á Havnarvág síðsta hálva annað árið. Tríggjar av teimum fýra ferðunum er talan um bunkring. Altso ósketni.
Størsti lekin var kortini, tá Shell á Viðarnesi lak 11.200 litrar av gassolju út á sjógv, tí brek var í einum ventili. Men eisini Høgifossur er væl við, tí hann lak 10.000 litrar av gassolju út á Vestaruvág í sambandi við umvæling á Tórshavnar skipasmiðju.
Tað hevur kostað býráðnum góðar hundraðtúsund krónur at rudda upp eftir oljudálking.










