Aðaltankin aftanfyri samanleggingina er:
-at gera kommunurnar betur førar fyri at veita borgarunum betri tænastur í einum nútíðarsamfelag
-við samskipan at effektivisera og rationalisera planleggingina og raksturin av kommununum
-at fáa størri nyttu úr íløgum, ið longu eru gjørdar ella eru í gerð og harvið forða fyri skeivum "dupultum" íløgum
-kommunurnar standa sterkari í kapping við útlandið um arbeiðspláss, og
-at allir borgarar, hvar teir so enn búgva í sameindu kommununi, skulu hava somu skyldur og somu rættindi.
Dentur skal leggjast á, at tænastuveitingar og kostnaðarstøðið verður tað sama hjá øllum borgarum í kommununi.