Jákup Dam valevni á Lista E
----
Ítróttatilboðini til borgarar í høvuðsstaðnum eru á eini leið. Tórshavnar kommuna hevur borið so í bandi, at møguleikin at íðka ítrótt í høvuðsstaðnum er til staðar, hóast tørvur enn er á bæði hallum og fótbóltsvøllum. Tað er kommunan, sum í stóran mun er garantur fyri, at karmararnir kring ítróttin í býnum eru til staðar. Her hugsi eg serliga um hallir og vøllir av ymiskum slagi, men uttan tey mongu ítróttafeløgini, har nevndarlimir, venjarar og onnur áhugað gera eitt sera stórt og ofta ókeypis arbeiði, hevði ítrótturin helst ikki verið á tí støði, hann er í í dag.
Sum eg havi nevnt omanfyri, so hevur kommunan gjørt íløgur innan ítróttin seinastu árini. Vit kunnu t.d. nevna, Tórsbreyt, fimleikarhøllina Fimi og ítróttarhøllina í Kollafirði, sum alt hevur verið við til at menna ítróttatilboðini í høvuðsstaðarumráðnum. Í býnum eru eisini fleiri fóltbóltsvøllir, hallir til innanduraítrótt umframt nakrar svimjihallir.
Góð ítróttatlilboð eru neyðug, skulu vit framhaldandi hava trivna í Tórshavnar kommunu. Tað er tó ikki nóg mikið bara at økja um karmarnar fyri ítróttin. Nei, tað er eisini neyðugt at hyggja eftir, hvussu hesir karmar sum best verða lutaðir rættvíst til ítróttagreinir, feløg og tey íðkandi. Sum nú er mugu tey felag, ið nýta tær ymisku hallirnar, brúka nógva orku at fáa til vega neyðuga peningin, ið skal til fyri at rinda hallarleigu. Umframt at skula taka sær av teimum ungu í kommununi, mugu nevndarlimir og onnur áhugað eisini brúka ómetaliga nógva tíð uppá at savna inn pening til hetta endamál. Sum so er tað í lagi, at leiga verður goldin fyri lænt høli, men tað er ikki í lagi, at nøkur feløg í kommuni skulu gjalda leigu fyri at kunna íðka sín ítrótt, meðan onnur feløg einki skuldu gjalda fyri sín.
Verði eg valdur í býráðið, fari eg at arbeiða fyri, at t.d. hondbólts, flogbólts, fimleika- og svimjifeløg í býnum fáa somu treytir at venja ítrótt sum t.d. fótbóltsfeløgini í býnum, sum ikki gjalda leigu fyri læntu vøllirnar, sum kommunan eigur.










