Somu rættindi til øll arbeiðsfólk

Ingeborg Vinther, forkvinna, Vegna Føroya Arbeiðarafelag

Føroya Arbeiðarafelag fegnast um, at tveir menn eru dømdir í drúgva og skelkandi málinum um teilindingarnar.
Føroya Arbeiðarafelag royndi í síni tíð at samskifta við teilendingarnir, men tey tordu ikki at tosa við fakfelagið av ótta fyri, hvat kundi henda. Málið bleiv tikið upp við myndugleikar og at enda meldað til løgregluna.
Føroya Arbeiðarafelag heitir á landsstýrismannin við innlendismálum at tryggjað, at útlendsk arbeiðsmegi verður innlimað í fakfelag. Fakfelagið kann fylgja við, at útlendingar, ið arbeiða í Føroyum, fáa tað løn, yvirtíð og annað tey skulu hava sambært sáttmálanum.
Tíverri má Føroya Arbeiðarafelag staðfesta, at málið um teilendingarnir ikki er tað einasta av slíkum slagi.
Útlendsk arbeiðsfólk eru løtt offur, tí tey ikki altíð eru greið yvir síni rættindi. Hetta má broytast, tí áttu árbeiðsgevarar, fakfeløg og avvarandi myndugleikar í felag at evna kunnandi tilfar á fleiri málum, sum útlendingar skilja.
Føroya Arbeiðarafelag vil gera alt tað er ment fyri at fólk, sum koma hendavegin at arbeiða fáa góðar sømdir.
Dómurin í Føroya rætti verður vónandi ein áminning til øll um, at slík handfaring av fólki fer ikki framm órevsað.