Best umtókta ungdómssteypafinalan er unglingasteypafinalan, ella U18-finalan, sum hon eitur í dag. Orsøkin er helst tann, at í hesari finaluni aloftast spæla fleiri leikarar, sum hava verið at sæð í bestu deildini, og sum fólk tískil kenna aftur.
Bæði í 2014 og 2015 vóru tað NSÍ og HB, sum brustu saman í unglingafinaluni, og soleiðis verður eisini í ár. Bæði í 2014 og 2015 vóru tað teir reyðsvørtu, ið fingu steyp og gullheiðursmerki um hálsin. Í 2014 vann HB 4-3 í einari sera hendingarríkari og málríkari finalu, og í fjør, meðan steypafinalan í fjør endaði 3-2 til HB, ið hevði verið á odda 3-0 í hesum dystinum.
Finalan verður spæld í kvøld.
HB byrjaði við 12-máls sigri
Hjá HB byrjaði leiðin til finaluna 5. apríl, tá ið HB spældi innleiðandi umfar á heimavølli ímóti EB/Streymi. HB fekk ikki ta heilt stóru mótstøðuna hendan dagin, tí at dysturin endaði heili 13-1 til HB.
Í fjórðingsfinaluni harðnaði mótstøðan hjá HB munandi. HB spældi á útivølli ímóti Víkingi, og hesin dysturin endaði 1-1 í vanligari leiktíð. Í longdu leiktíðini dróð HB tó longra stráðið og vann 3-2.
Í hálvfinaluni skuldi HB til Klaksvíkar at spæla ímóti KÍ, ið ikki hevur eitt serliga sterkt unglingalið í ár. HB vann ein rættiliga tryggan 3-1 sigur, har helst størsti profilurin á liðnum, Adrian Justinussen, skoraði tvey mál.
NSÍ hevði styttri veg til finaluna
Ikki tí, at tað gjørdi nakran serligan mun fyri HB, men NSÍ hevur havt ein styttri veg í finaluna, tí at runavíkingar sluppu undan at spæla innleiðandi umfar. Í fjórðingsfinaluni spældi NSÍ á niðara vølli í Havn ímóti nýstovnaða U18-liðnum hjá Giza Hoyvík. NSÍ vann ein knúsandi 7-0 sigur í hesum dysti.
Í hálvfinaluni harðnaði mótstøðan hjá NSÍ júst sum hjá HB. Mótstøðuliðið var B36, sum hevur eitt rættiliga sterkt unglingalið í ár, men á heimavøllinum við Løkin eydnaðist tað NSÍ at vinna 2-1 og sostatt spæla seg í sína triðju steypafinalu á rað í unglingadeildini. Nú vóna runavíkingar, at tað í triðju royndini eydnast at vinna ímóti HB.
Dysturin verður spældur klokkan 19 í kvøld. Finalan verður dømd av Súna Fríða Barbá.