Somu krøv til solarium sum til sigarettir í Føroyum

Brúkaraumboðið hava enn harðari treytir til solarium enn samgongan ætlar at seta

Vit skulu seta somu krøv til solarium, sum vit seta til sølu av sigarettum og rúsdrekka.

 

Tað heldur Brúkaraumboðið, nú samgongan ætlar at seta lóg í gildi, sum ger tað ólógligt at lata ung undir 18 ár, sleppa at brúka solarium.

 

Landsstýrið sigur, at hetta er fyri at fyribyrgja krabbameini.

 

Í hesum sambandi ætlar samgongan eisini, at allar solariumstøðir skulu vera mannaðar við starvsfólki yvir 18 ár

 

Men brúkaraumboðið heldur á heimasíðu síni, at tað kann eisini vera eitt krav, at skelti skulu setast upp, sum upplýsa um vandan við at brúka solarium.

 

- Hetta kann samanberast við upplýsingina á sigarettpakkum, sigur Brúkaraumboðið, Rannvá Ragnarsdóttir.

 

- Á henda hátt verða allir brúkarar ávaraðir um vandan.

 

Samstundis verður ávaringin ikki latin upp í hendurnar á starvsfólkinum á sólstøðunum og sostatt veldst ávaringin heldur ikki um, antin starvsfólkið boðar frá henni ella ikki.

 

Brúkaraumboðið mælir eisini til, at skelti veða sett upp inni í solarium-hølunum, sum boða frá, at loyvi er ikki at selja solarium til fólk undir 18 ár.

 

 

Hetta er sama somu krøv sum verður sett í sambandi við sølu av sigarettum og rúsdrekka.