Leygardagin verður landsumfatandi bridgekapping, har øll spæla somu kort í senn Í bridge eru tað ikki tey við bestu kortunum, sum vinna. Í bridge eru tað tey, sum duga best at spæla, sum vinna. Eyðkenni við bridgekappingum er, at øll spæla tey somu kortini.
Leygardagin verður Føroya Simultan-kapping, har somu kort verða spæld í trimum støðum i Føroyum ? í Klaksvík, í Havn og í Hovi ? í senn.
Føroya Simultan gevur øllum bridgespælarum í landinum møguleikan at kappast við spælarar aðrastaðni í landinum uttan at sita saman.
Kappingin varir í einar fýra tímar, og ein vinnari verður funnin fyri alt landið.
Tilmelding er á staðnum.