Felags fyri teir tríggjar ákærdu menninar er, at teir allir búgva í høvuðsstaðnum og hava framt brot á lógina um euforiserandi evni.
Tann elsti teirra, 33 ára gamli maðurin, er bara ákærdur í samband við keyp og smugling av hassji. Hinir báðir eru ákærdir fyri somu lógarbrot, umframt teir eisini hava fleiri ákærur um hørð rúsevni oman yvir sær.
33 ára gamli maðurin síðhærdur og sjarmerandi. Tá hann hevur greitt frá í rættinum, hevur hann gjørt tað skilliga og greitt, og í mótsetning til hinar báðar ákærdu menninar, so minnast hann alt. Í einum einstøkum føri hevur hann tó ikki ynskt at úttala seg. Tað er í samband við, at 20.000 krónur eru fluttar av hansara konto til 30 ára gomlu høvuðsákærdu kvinnuna.
– Tað er eitt mál millum meg og hana, hevur hann sagt. Ákærin heldur uppá, at hetta eru pengar til kvinnuna at keypa hassj fyri, sum síðani skuldi smuglast til Føroya, meðan verjarnir siga, at hesum pástandi er einki prógv fyri, og vísa til avlurtingar har maðurin fleiri ferðir sigur, at hann skyldar kvinnuni pengar.
Sambært løgreglumanni, sum vitnaði í málinum týsdagin, er 33 ára gamli maðurin kendur fyri at vera ein, sum bara ynskir hassj við høgari góðsku.
Gongur í skúla
24 ákærur um størri og smærri handlar við narkotiskum evnum eru móti 22 ára gamla manninum. Hann varð handtikin 1. desember í fjør og sat varðhaldsfongslaður í seks vikur.
22 ára gamli drongurin gongur í skúla, men orsaka av at, at hann sat varðhaldsfongslaður so leingi, verður nú neyðugt hjá honum at fara til próvtøku í øllum lærugreinunum, um hann ynskir at fáa prógv í summar. Hetta ætlar hann sær.
Meðan hann sat varðhaldsfongslaður misti hann kamarið á skúlaheiminum, men eftir at hann er komin út aftur og ikki hevur nortið narkotisk evni, hava foreldur hansara givið honum ein kjans aftrat, soleiðis at hann nú aftur býr heima.
Arbeiðir í Íslandi
20 ára gamli maðurin hevur 13 ákærur móti sær, har allar, uttan ein, eru um rúsevnir. Hin ákæran fevnir um harðskap móti einum hýruvognsførara. Hann varð handtikin saman við 30 ára gomlu kvinnuni og 22 ára gamla manninum tann 1. desember í fjør, og sat varðhaldsfongslaður í tvær vikur.
Í mun til hinar báðar ákærdu menninar hevur 20 ára gamli maðurin verið ógvuliga fáorðaður í rættinum, og spurdur um eitthvørt hevur svarið sum oftast verið: eg minnist ikki.
Hann hevur tó greitt frá, at tá hann kom út úr varðhaldinum fór hann til Íslands at arbeiða, fyri líkasum at sleppa burtur úr tí heila. Hann arbeiðir framvegis í Íslandi og fer aftur higar fyrsta dagin.
Hann hevur givið rættinum loyvi til at fella dóm, hóast hann ikki er til staðar, og reglurnar siga, at hann sostatt ikki kann fáa meiri enn hálvt ára fongsul.









