Somu fiskidagar næsta fiskiár

Samgongan hevur samtykt uppskotið hjá landsstýrismanninum, og tí vera fiskidagarnir óbroyttir næsta fiskiár

Samgongan hevur samtykt uppskotið hjá landsstýrismanninum, og tí vera fiskidagarnir óbroyttir næsta fiskiár17 atkvøður vóru fyri og 10 ímóti, tá løgtingið fyri løtu síðani atkvøddi um fiskidagarnar fyri næsta fiskiár.

 

Undan 2. viðgerð mæltu samgonguumboðini í Vinnunevndini løgtinginum til at taka undir við uppskotinum hjá Jacob Vestergaard, meðan andstøðuumboðini mæltu til at skerja fiskidagarnar fimm prosent.

 

Undir 2. viðgerð í tinginum í dag varð fleiri ferðir víst á stóra munin millum tilráðingarnar frá Havstovuni øðrumegin og Fiskidaganevndina hinumegin. Í sínum meirilutaáliti heitir samgongumeirilutin í Vinnunevndini á landsstýrismannin um at skipa fyri, at sjónarmiðini verða betri samantvinnað í framtíðini.

 

Mælt verður til at fara undir eitt greiningararbeiði, sum kann umfata eitt Umboðsráð fyri Havstovuna, við umboðum frá stovnum og vinnuni, sum hava við fiskivinnuna at gera, sum hevur til uppgávu at viðgera fiskidaganar, royndarætlanir, umsitingarætlanir, endurreisingarætlanir, royndarfiskiskap á stongdum leiðum og so framvegis. Tað skal gerast fyri at fáa eitt greinað tilmæli um, hvussu tann samlaði fiskiskapurin undir Føroyum best kann skipast.

 

Lógaruppskotið um áseting av fiskidøgum fyri næsta fiskiár kemur til 3. viðgerð í løgtinginum fríggjadagin. Kemur einki broytingaruppskot, so verða fiskidagarnir næsta fiskiár soleiðis býttir:

 

Bólkur 2: Trolarar:

  a)  Innara fiskidagaleið: 4.455 fiskidagar

  b)  Ytra fiskidagaleið: 1.530 fiskidagar

Bólkur 3: Línuskip yvir 110 tons: 2.387 fiskidagar

Bólkur 4A: Útróðrarbátar millum 15 - 40 tons: 1.029 fiskidagar

Bólkur 4B: Útróðrarbátar størri enn 40 tons á línuveiðu: 1.530 fiskidagar

Bólkur 4T: Útróðrarbátar størri enn 40 tons á trolveiðu: 1.386 fiskidagar

Bólkur 5: Útróðrarbátar undir 15 tons á húkaveiðu: 9.865 fiskidagar