Sombiar gjørdu innrás í Havn

Upptøkurnar til fyrsta føroyska sombifilmin byrjaðu um vikuskiftið. Upptøkurnar fóru fram ymsastaðni í Havn, og okkurt um 40 statistar gingu runt á Havnargøtum sum sombiar

Tað mundu vera fleiri fólk, ið ógvaðust við, tá tey leygardagin og sunnudagin sóu persónar í Erling Jals Gøtu og í Vágsbotni, sum vóru smurdir inn í blóði um allan kroppin, í skrøddum klæðum, við undarligum eygum og rísnum hári. Orsøkin, til ta heldur óvanligu og ikki minst óhugnaligu útsjóndina hjá hesum fólkunum, var tann, at fyrstu upptøkurnar til filmin Smittan, vórðu gjørdar.

- Upptøkurnar gingu væl, og fólk hava verið ótrúliga hjálpsom og hava víst áhuga fyri hesi verkætlanini, sigur Jónfinn Stenberg, sum er maðurin handan fyrsta sombifilmin í Føroyum.


Sombiar, skemt og blóð

Handritið til filmin, sum eftir ætlan skal verða liðugur í desember í ár, er skrivað av Jónfinni Stenberg.

- Hetta er ein sombifilmur við øllum tí, ið hartil hoyrir. Men samstundis sum filmurin hoyrir til sombisjangruna, er hann eisini skemtiligur, greiðir Jónfinn Stenberg frá og leggur afturat:

- Søgan er um fýra fólk av bygd, sum fara til Havnar at leita eftir beiggjanum hjá tí eina av teimum fýra. Tey liva í eini óeydnusamari tíð, har landið er í líðing, og sjálvandi gongur alt ikki eftir ætlan hjá teimum fýra bygdarfólkunum, sigur Jónfinn Stenberg. Fyrstu upptøkurnar fóru fram leygardagin í Erling Jals Gøtu aftan fyri Tryggingina, og sunnudagin var Vágsbotnur karmur um upptøkunar. Vágsbotnur var stongdur av fyri allari ferðslu í nakrar tímar, meðan upptøkurnar fóru fram, og ein partur av bygningunum, sum eru í Vágsbotni, høvdu fingið plátur fyri vindeyguni.

- Fyrireikingarnar gingu væl, men tað einasta, vit skuldu gjørt øðrvísi, var, at Vágsbotnur skuldi verið stongdur fyri ferðslu í nakrar tímar afturat, tí vit høvdu ov lítla tíð til upptøkurnar har, sigur Jónfinn Stenberg.


Strævnari enn væntað

Jónfinn Stenberg, sum í løtuni er í læru sum teknikari, hevur áður verið við í ymsum filmsverkætlanum í Føroyum. Hesaferð er hansara leiklutur tó meira umfatandi enn undanfarnu ferðir, tí nú er hann leikstjóri, framleiðari, fotografur og stendur fyri casting til filmin.

- Fyri at siga akkurát sum tað er, so er hetta nógv strævnari, enn eg hevði væntað. Rættiliga nógvir føroyskir filmar verða framleiddir í løtuni, og tað merkir, at tað hevur verið trupult hjá mær at finna filmsfólk at vera við í verkætlanini, sigur Jónfinn Stenberg. Komandi tíðina fer hann at hava nógv um oyruni, tí upptøkurnar til filmin fara fram heilt til septembermánað.

- Gongur alt sum ætlað, eru vit liðug við seinastu upptøkurnar einaferð fyrst í september. Tá upptøkurnar eru lidnar, er framvegis eitt stórt arbeiði eftir, tí tá skal filmurin klippast, setast saman, ljóð skal gerast og ymiskt annað. So hóast henda verkætlanin er stuttlig at fáast við, er hetta eisini drúgt arbeiði.


Finna fólk umvegis Facebook

Báðar dagarnar, upptøkurnar fóru fram, luttóku millum 20 og 30 statistar, sum eru funnir umvegis internetið.

- Vit gjørdu nakað síðani ein bólk á Facebook, sum eitur Zombie Føroyar, og har kunnu tey, sum hava hug at vera statistar í filminum, melda seg til, sigur Jónfinn Stenberg. At finna fólk til filmin umvegis Facebook hevur víst seg at riggað væl.

- Sum nú er, eru nakað yvir 200 fólk við í bólkinum. Har eru øll møgulig fólk, sum vilja gerast partur av filminum, og tað er sjálvandi gleðiligt. Eg havi eingi krøv til, at statistarnir skulu hava royndir við filmi ella sjónleiki, og tey, sum vóru við um vikuskiftið, kláraðu seg ógvuliga væl, sigur Jónfinn Stenberg. Ein stórur partur av statistunum, skuldu líkjast sombium, og tískil fór rættiliga fitt av tíð til at sminka statistarnar, soleiðis at teir líktust sombium.

- Tey flestu skuldu sminkast. Nøkur teirra fingu serligar linsur í eyguni, soleiðis at mann bert sá eina lítla svarta pupillu, og so hevði onkur av teimum fingið eina make up, so tað sá út, sum at øll undirvørrin var skrødd upp, sigur ein vælnøgdur Jónfinn Stenberg.

Næstu upptøkurnar til sombifilmin Smittan verða fríggjadagin í hesi vikuni.