Somalia kann enda sum eitt nýtt Irak

Kríggið í Somalia var stutt, men eins og í Irak kann tað taka drúgva tíð at vinna friðin.


Eftir bara nøkrum fáum døgum hevur etiopiski herurin rikið teir víðgongdu islamistarnar úr Mogadishu og hinum stóru býunum í Somalia, so í dag er tað í veruleikanum Etiopia, sum hevur ræðið í landinum.

Men vesturlendskir eygleiðarar ávara um, at støðan er vandamikil. Teir samanbera støðuna við Irak. Har gekk tað skjótt hjá amerikanska herinum at berja irakska herin niður, men síðani hevur tað víst seg at vera sera trupult at vinna friðin. Soleiðis kann tað eisini enda í Somalia, siga teir.

Etiopiska stjórnin hevur sagt, at hon fer at taka herin úr Somalia sum skjótast, men vesturlendsku eygleiðararnir siga, at tað fer at geva muslimskum yvirgangsmonnum frítt at fara, og so kann alt enda í einum ruðuleika. Men etiopiski herurin er heldur ikki væl lýddur í Somalia, tí tey bæði londini eru gamlir fíggindar.

Somalia líkist tí nógv Irak.