Somalia fingið nýggjan forseta

Tað nývalda tjóðartingið í Somalia valdi í gjár tann 56 ára gamla professaran Hassan Sheikh Mohamud til landsins forseta. Hann vann ein tryggan sigur við stuðuli frá 190 tinglimum. Mótvalevnið, fyrrverandi forsetin Sharif Sheikh Ahmed, fekk 79 atkvøður.

Eygleiðarar høvdu væntað skuldsetingar um valsvik og annað, men aftan á atkvøðugreiðsluna ynskti taparin vinnaranum tillukku við sigrinum.

-Eg ynski Hassan Mohamoud tillukku við einum rættvísum sigri. Eg eri sera væl nøgdur við úrslitið, segði fyrrverandi forsetin. Hann hevur staðið á odda fyri einari skiftisstjórn, sum hevur sitið við valdið í átta ár, men sum hevur havt stórar trupulleikar av víðgongdum islamistum, innanhýsis ósemju og umfatandi korrupsjón.