##med2##
- Eg havi ikki tikið lut í tí kjaki, sum hevur verið innanfloks um landsstýrissessirnar. Tí eri eg ikki heilt greiður yvir, hvat tað er, sum hevur ligið til grunds fyri valinum av mær sum landsstýrismanni.
Tað segði Sólvit Nolsø, tá Árni Gregersen á FM1 skifti orð við nýggja landsstýrismannin í almannamálum á middegi í dag.
- Valfelagið her í Suðurstreymoy heitti á meg um at taka av landsstýrissessinum, tí felagið metti, at flokkurin hevur brúk fyri yngri kreftum, nú møguleikin beyðst, og at umráðandi er at seta við í flokkinum.
Sólvit Nolsø sigur, at tað er eisini í hesum andanum, at hann átók sær sessin í landsstýrinum, og flokkurin valdi so at fylgja uppskotinum hjá valfelagnum.
- Eg havi ongar praktiskar royndir innan tey øki, sum almannamálaráðið umsitir. Men, eg kenni til politikk. Politkkur hevur verið partur av mínum lívi í nógv ár, hóast eg eri lutfalsliga ungur enn. Soleiðis havi eg royndirnar at vera partur av politiskum arbeiði, og hesar royndir kann eg í øllum førum taka við mær.
Sólvit Nolsø ásannar og viðurkennur, at málsøkið er ógvuliga stórt og umfatandi.
- Her eru nógvir pengar, og her eru nógvar lagnur, sum so ella so marka upp til almannamálaráðið. Tað er sjálvandi við tí eyðmjúkleika, sum skal til fyri at umsita hetta málsøki, at eg nú átaki mær hesa uppgávu.
Landsstýrismaðurin ásannar, at tað verður nógv at seta seg inn í, nú hann átekur sær uppgávuna sum landsstýrismaður í almannamálum.
Sólvit Nolsø er 36 ára gamal og býr í Havn. Hann er giftur Erlu Bech Nolsø, og tey eiga trý børn. Hann er stjórnmálafrøðingur og hevur seinastu árini starvast sum tíðindamaður. Síðan apríl í fjør hevur hann verið í starvi sum skrivari hjá tingbólki Fólkafloksins.
Við at trýsta á pílin undir myndini, kanst tú hoyra, hvat Sólvit Nolsø segði við Árna Gregersen á FM1 á middegi í dag.










