Tað er í kvøld kl. 20 at kenda danska listakvinnan og undirvísarin, Solveig Refslund, vísir diasmyndir og greiðir frá hvussu og hvar hon fær íblástur til sítt arbeiði. Solveig Refslund verður í Fuglafirði alla hesa vikuna. Frá týsdegi 22. til og við leygardegin 26. apríl hevur hon skeið í myndaseyming í Ribarhúsi. Skeiðið er fullteknað, men í kvøld kl. 20 eru øll áhugað hjartaliga vælkomin í Ribarhús. Aftaná verður kaffi og prát.