Solveig og Haakon eiga nógva familju og vinir, og har kom nógv fólk á gátt tann dagin.
Haakon er sumbingur, foreldrini vóru Paulina, ættað úr Nes-Vági, og Hans Petur Joensen úr Sumba.
Haakon fór sum ungur til Danmarkar á Niels Brock handilsskúlan. Síðan arbeiddi hann sum bókhaldari hjá oljufelagnum Dansk Esso í Keypmannahavn.
Solveig er ættað av Viðareiði, foreldrini vóru Sára, f. Joensen, ættað av Skælingi, og Olaf Joensen av Viðareiði. Tá Solveig var 7 ára gomul doyði mamman, og hon flutti til Klaksvíkar at búgva hjá pápabeiggjanum Alexanderi Enniberg og konuni Sofíu.
Sum ung fór Solveig til Íslands, har hon í tvey ár arbeiddi á matstovu. Eftir tað fór hon til Keypmannahavnar. Har møttust hon og Haakon, og tey giftust í 1949.
Síðan fyrst í 50-unum hava tey búð í Havn. Haakon fekk starv sum skrivstovumaður hjá oljufelagnum Esso á Viðarnesi. Í 1954 fluttu tey í nýggj hús í Dalagøtu - undir Varða.
Miðskeiðis í 70-unum segði Haakon starvið hjá Esso upp og stovnaði sítt egna bókhaldsvirki "H.F. Joensen Bókhald", sum hevði roknskap og bókhald hjá nógvum ymiskum fyritøkum kring landið. Haakon arbeiddi til fyri umleið 5 árum síðan, tá hann legði frá sær. Dótturin Sigrun tók tá við rakstrinum av bókhaldsvirkinum.
Frítíðarítrivið hjá Haakon hevur verið trøðin í Havnardali, har hann hevur velt upp úr nýggjum og hevur seyð. Hesin áhugi stavar frá ungdómsárunum í Sumba. Meðan foreldrini livdu, var hann hvørt summar í heimbygdini, har hann hoyggjaði og fekst við seyðin.
Heimið hjá Solveig og Haakon hevur altíð verið merkt av stórum gestablídni og góðum samanhaldi í familjuni og við grannalagið. Har er hugnaligt, og duga tey bæði eisini væl at syngja og kvøða.
Haakon hevur sítt fasta pláss í Havnar kirkju, har hann kemur hvønn sunnudag.
Solveig og Haakon eiga trý børn: Sigrun, Marjun og Hans Petur. Marjun býr í Onglandi, meðan hini bæði búgva í Havn. Ommu- og abbabørnini eru 8 í tali.










