Solveig nýggj forkvinna

Á aðalfundi hjá felagnum fyri hoyribrekað stillaði Nicolina Dahl ikki uppaftur sum forkvinna

Tíðindaskriv

Felagið fyri hoyribrekað hevur hildið árligan aðalfund. Formaðurin Nicolina Dahl, Klaksvík stóð fyri vali og stillaði ikki uppaftur. Í hennara stað varð Solveig Islfeldt vald í nevndina.
Nevndin hevur síðan skipað seg við Solveig Isfeldt, Tórshavn sum forkvinnu, Katrin Rubeksen, Tórshavn sum skrivara og Jórun Johannesen, Norðskála sum kassameistara. Tiltakslimur er Jákup Danielsen, Tórshavn. Hesi seinastu árini hevur Otto Juul Sjóstein verið grannskoðari hjá felagnum, men hann ynskti ikki at halda fram og í hansara stað varð Nicolina Dahl vald til grannskoðara.
Alt fleiri fólk í góðum árum fáa hoyribrek at dragast við og felagið veksur skjótt. Í løtuni eru umleið 330 limir.