Soltin úrtøka hjá báðum pørtum

Tað eru tvey lið, sum tað síðani summarsteðgin ikki hevur hilnast væl hjá, sum sunnudagin hittast á Skála. B71 hevur bara vunnið eitt stig seinastu fimm ferðirnar, og Skála hevur ikki fingið annað enn stigini í sigrinum í Runavík.

Sandoyingar eru seks umfør undan kappingarenda átta stig frammanfyri AB, og tað skal vilja rættuliga illa til, um B71 skal missa plássið í bestu deildini, men um AB fær fult ímóti KÍ, og B71 einki fær á Skála, so kann tað gerast heilt spennandi, tá ið B71 í næstsíðsta umfari fer at vitja á Argjum.

Tyngsta álopsvápnið hjá skálamonnum, Okebe Obele Onyebuchi ella Obi, er leikbannaður. B71 liðformaðurin, Eirikur Poulsen, er leikbannaður, og Flavio Lucio Silva de Santana er tøkur aftur eftir at hava verið leikbannaður tvær tær seinastu ferðirnar.

Á Skála hevur John Petersen ikki verið til venjingar í hesi vikuni. Undan summarsteðginum var tað hann, sum gav góðan ílástur til barndómsfelagið, ið harvið tryggjaði sær stigini, sum nú halda niðurflytingarhóttanini burtur. Í hesi vikuni hevur hjálparvenjarin, Kristmund Johannesen, staðið fyri venjingunum.

Magnus Olsen og Símun Rógvi Hansen úr B71 hava verið upptiknir av U-21 landsliðsfótbólti í hesi vikuni. Tað sama hevur Levi Hanssen á Skála, og Pauli G. Hansen hevur verið í Litava við landsliðnum.