Soltin leitiútbjóðing

Tað vera ikki tey mongu og stóru oljufeløgini, sum verða við í eini nýggjari leitirundu á føroyska landgrunninum.

Sosialurin hevur ikki fingið hetta váttað, men tað ljóðar, at Jarðfeingi hevur ”bara” fingið tríggjar umsóknir. Fyristøðufeløgini eru eftir øllum at døma, Statoil, Faroe Petroleum og Sagex Petroleum. Vit vita við vissu, at í Statoilbólkinum eru bæði tey føroysku oljufeløgini, Atlantic Petroleum og Faroe Petroleum umframt DONG. Síðani tykist tað sum um at Faroe Petroleum er einsmalt við eini umsókn. Í skrivandi løtu vita vit ikki, um onnur feløg eru við í umsóknini hjá Sagex.

 

Tað er greitt, at hetta er ein heldur soltin útbjóðing, tí hvørki BP, Shell, ENI ella Chevron, sum hava verið við í undanfarnum útbjóðingum eru við. At ENI og Chevron ikki eru við er kanska ikki so løgið, tí ENI skal bora brunn næsta ár og tað skal Chevon møguliga eisini. BP og Shell, sum eisini hava verið rættiliga afturhaldandi í útbjóðingum vestan fyri Hetland seinastu árini, megu hugsast at hava valt at standa á síðulinjuni her nakað enn. Hinvegin hava tey altíð møguleikan at keypa seg inn í verandi loyvi.

 

Samanumtikið kann sigast, at avmarkaði áhugin fyri 3. leitirunduni er sjálvandi eitt bakkast, hinvegin er tað sera týdningarmikið, at eitt stórt oljufelag sum StatoilHydro raðfestir Føroyaøkið so mikið høgt. Við at lata umsókn inn nú, hevur felagið verið við í øllum trimum leitirundunum. At bæði føroysku oljufeløgini hava fingið rúm í eini StatoilHydro umsókn er uttan iva nakað, sum mongu føroysku partaeigararnir fegnast um.