Soltið við spælitíð til Jóan Símun seinastu tríggjar dystirnar

Waasland-Beveren er á einum sætta plássi aftaná fýra teir fyrstu dystirnar

Jóan Símun Edmundsson sat á beinkinum, og slapp ikki á vøllin í næstbestu belgisku fótbóltsdeildini ígjár.

 

Waasland-Beveren vann 2-0 á Lommel á útivølli. Talan er um fyrsta sigurin hjá liðnum hjá Jóan Símuni hetta kappingarárið.

 

Tá Beveren í undanfarna umfarinum spældi javnleik 2-2 móti eykaliðnum hjá stórliðnum, Anderlecht slapp Jóan Símun ikki á vøllin fyrrenn klokkan vísti 90 minuttir.

 

Í triðseinasta umfarinum fekk Jóan Símun smáar 10 minuttir á vøllinum, tá Beveren leikti javnleik 2-2 moti Virton.

 

Beveren er nummar seks av teimum 12 liðunum í deildini við fimm stigum. Fýra stig eru upp til Lierse, ið liggur á fyrsta plássinum við níggju stigum.

 

Tað sum er rættiliga serligt við næstbestu deildini er, at trý stórlið, Anderlecht, Club Brügge og Standard Liege hava síni eykalið í næstbestu deildini. Hini níggju liðini í deildini eru fyrstulið.