Fult umfar var leikt í bestu donsku hondbóltsdeildini hjá kvinnum í kvøld, men tað vóru ikki nógv boð eftir føroysku leikarunum í kvøld.
Í Viborg møttust liðið hjá Janu Mittún, Viborg og liðið hjá Rakul Wardum, Ringkøbing, men tað bleiv ikki nógv av einari føroyingauppgerð.
Ringkøbing vann dystin 33-30. Í steðginum var Ringkøbing á odda 17-16.
Emma Friberg vardi málið hjá Ringkøbing næstan allan dystin, so tað var ikki nógv Rakul slapp upp í part.
Jana var ikki millum málskjúttarnar hjá Viborg hesaferð.
Liðið hjá Súnu K. Hansen, Ajax mátti leggja rygg til eitt lemjandi 21-41 tap fyri Ikast á útivølli. Í steðginum var Ikast á odda 20-12.
Ajax hevur enn ikki megnað at fingið stig hetta kappingarárið.
Landsliðsleikarin, Pernille Brandenborg og liðfelagarnir í Keypmannahavn vunnu á heimavølli greiðan 32-24 sigur á Aarhus United. Í steðginum var Keypmannahavn á odda 16-8.
Pernille fekk tveir málmøguleikar og hon setti báðar í netið. Sambært hagtølunum er hon fimti mest effektivi skjúttin í deildini.
Støðan:
Nr. | Lið | Dystir | Stig |
1 | Team Esbjerg | 12 | 24 |
2 | Ikast | 12 | 20 |
3 | Odense | 12 | 20 |
4 | NFH | 12 | 16 |
5 | SønderjyskE | 12 | 14 |
6 | Keypmannahavn | 12 | 12 |
7 | Viborg K | 12 | 12 |
8 | Skanderborg | 12 | 11 |
9 | Ringkøbing | 12 | 11 |
10 | Aarhus United | 12 | 10 |
11 | Silkeborg-Voel | 12 | 8 |
12 | Horsens | 12 | 5 |
13 | Bjerringbro FH | 12 | 5 |
14 | Ajax | 12 | 0 |