Soltið hjá sangskrivara

Maðurin, ið skrivaði megahittið All About The Bass, hevur avdúkað, hvat hann fekk burtur úr heimshittinum


Sangskrivarin, sum skrivaði stóra hittið All About The Bass hjá Meghan Trainor hevur nú avdúkað, hvussu nógv hann fekk burtur úr, at sangurin gjørdist heimshitt.

Sangurin var ein av stóru sangunum í 2014, lá ovast á hitlistum í 78 londum og var millum annað stroymaður 178 milliónir ferðir.

Parturin hjá Kevin Kadish, sum skrivaði sangin, var umleið 40.000 krónur, meðan onnur ríkaðu seg upp av sanginum.