Soltið í Streymnesi

Síðani felagsliðið í Sundalagnum skifti Mølina á Eiði út við nýggja graslíkið í Streymnesi, hevur tað ikki gingið meiri enn passaligt á heimavølli, har tað er skjótt at finna stigini, sum resta í fyri at steypavinnararnir skuldu havt verið við í kappingini um FM heitið.

EB/Streymur er átta stig aftanfyri tey bæði oddaliðini. Hetta er júst stigatalið, sum felagsliðið í trimum teimum seinastu royndunum á nýggja heimavøllinum hevur mist ella kanska søplað burtur, sum onkur í felagnum hevur tikið til.

Á støðutalvuni er AB næstniðast, og B71 er triði niðast. Úrslitini hjá EB/Streymi hava á heimavølli seinastu vikurnar ímóti hesum báðum verið ávikavíst 2-2 og 2-4. Innímillum hesi óvæntaðu úrslitini var HB á vitjan og vann 2-1. Tað var eftir tann dystin, at EB/Streymur fór í Gundadal eftir Løgmanssteypinum.

Hesa ferð vitjar Skála, sum tað hevur verið eitt sindur upp og niður hjá. Meðan EB/Streymur í fyrstu atløgu kappast við HB um at vinna bronsuplássið, kappast Skála við KÍ um fimta plássið. Um tað ikki eydnast Skála at fáa nakað burturúr vitjanini í Streymnesi, so fer KÍ við heimasigri á VB/Sumba upp um Skála.

Hjá EB/Streymi er Zsolt Zekeres meniskskaddur og Jákup Martin Joensen skaddur í rygginum. Tað er ivasamt, um Sorin Anghel verður førur fyri at spæla. Hann hevur trupulleikar í fótliðnum. Á Skála eru allir tøkur uttan Poul N. Poulsen, sum er skaddur í lærkrikanum.