Tað gongur væl hjá liðnum hjá føroyska landsliðsmálverjanum, Anniku Fríðheim Petersen í bestu donsku hondbóltsdeildini.
Í kvøld vann Nykøbing Falster á heimavølli 28-25 á Sønderjyske. Í steðginum var Nykøbing Falster á odda 15-12.
Nykøbing Falster hevur vunnið seks av sjey teimum fyrstu dystunum hetta kappingarárið.
Annika slapp bara á vøllin í samband við tvey brotskøst hjá Sønderjyske, og har gjørdist ikki talan um nakra bjarging.
Kappingarneytin hjá Anniku í málinum hjá Nykøbing Falster, Cecilie Greve bjargaði heili 41 prosent av málroyndunum Sønderjyske hevði móti málinum hjá henni.
Føroyski landsliðsspælarin, Pernille Brandenborg skoraði í kvøld eitt mál fyri Randers, ið tapti greitt 25-34 fyri Esbjerg á heimavølli. Esbjerg var á odda 17-12 í steðginum.
Komandi týskvøld spælir Randers á útivølli móti Viborg. Komandi mikuvøld er Nykøbing Falster á vitjan hjá Horsens.
| Nr | Lið: | Dystir | Stig |
| 1 | Ikast | 7 | 12 |
| 2 | Team Esbjerg | 7 | 12 |
| 3 | Nykøbing Falster | 7 | 12 |
| 4 | Odense | 7 | 12 |
| 5 | København | 7 | 10 |
| 6 | Aarhus United | 7 | 8 |
| 7 | Silkeborg-Voel | 7 | 7 |
| 8 | Viborg HK | 7 | 6 |
| 9 | Horsens | 7 | 5 |
| 10 | Ajax | 7 | 5 |
| 11 | Randers HK | 7 | 4 |
| 12 | Ringkøbing | 7 | 4 |
| 13 | Skanderborg | 7 | 1 |
| 14 | SønderjyskE | 7 | 0 |











