- Vit hava keypt ein spælara, sum kann styrka liðið frá fyrsta bríksli. Hann hevur nógvar styrkir, millum annað drúgvar altjóða royndir, ráa styrki og ráa ferð. Samstundis leggur hann eisini góðar avleveringar, sigur Ole Gunnar Solskær, venjari hjá Molde FK við heimasíðu felagsins.
- Vit skulu leggja til rættis fyri, at Sonni kann taka næsta stigið í menning síni í einum tryggum umhvørvi, saman við hinum svongu spælarum okkara. Hetta keypið vísir týðiliga okkara mál í komandi kappingarári, sigur Ole Gunnar Solskjær.
Við Romsdals Budstikke sigur Ole Gunnar Solskjær, at hetta keypið eisini merkir, at Vegard Forren er fortíð í felagnum. Felagið og spælarin megna ikki at semjast um ein nýggjan sáttmála. Hetta styrkir um vónirnar hjá Sonna Ragnar Nattestad at fáa spælitíð á liðnum.
Ole Gunnar Solskjær er væl nøgdur við keypið av Sonna Ragnar Nattestad. Hann hevur fleiri ferðir hugt at Sonna Ragnar Nattestad í heyst.
- Hann hevur staðið seg væl í Íslandi og á føroyska landsliðnum, har hann spælir ein týðandi leiklut. Sonni hevur bæði fysikk, ferð og fót. Hann vitjaði okkum í Molde fyri tveimum vikum síðani og stóð seg væl. Tað eru ikki nógvir vinstrabeintir verjuleikarar á hesum støðinum, sum vit kunnu fáa til Molde, sigur hann.
- Vit mugu góðtaka, at vit mugu hava færri spælarar og lægri lønarútreiðslur næsta ár enn vit hava havt í ár. Vit kunnu ikki rinda milliónir hvørki í lønum ella fyri spælarar. Tí er tað sera gleðiligt, at vit nú hava keypt tveir ungar landsliðsleikarar fyri ein fornuftigan prís, sigur venjarin um Sonna Ragnar Nattestad og 19 ára gamla íslendska áleyparan, Ottar Magnus Karlsson.