Solskjær sleppur ikki at keypa spælarar í januar

Stjórin í Manchester United sigur, at Ole Gunnar Solskjær sleppur bara at leiga spælarar restina av kappingarárinum

 

Eingin spælari verður keyptur til Manchester United tað sum er eftir av hesum kappingarárinum, men Ole Gunnar Solskjær, fyribils høvuðsvenjari til mai sleppur at leiga spælarar.

 

Hetta boðar stjórin í Manchester United, Ed Woodward frá. Ed Woodward var annars við uppá stór innkeyp í venjaratíðini hjá José Mourinho og Louis van Gaal. Árini 2014 til 2018 brúkti Manchester United næstan sjey miljardir krónur í okkara peningi uppá spælarainnkeyp.

 

Ole Gunnar Solskjær sleppur bara at keypa spælarar um hann fær fast starv sum høvuðsvenjari hjá Manchester United komandi summar. 

 

Áðrenn José Mourinho fekk sekkin sum høvuðsvenjari vóru nøvn sum Toby Alderweireld, Kalidou Koulibaly og Raphael Varane nevnd sum innkeyp til miðverjuna hjá Manchester United. Men eingin av hesum kemur í januar.

 

Nú verður leitað eftir onkrum leigumøguleikum hjá Manchester United. Sambært bretskum miðlum fer Manchester United at royna at fáa eina leiguavtalu við verjuspælaran hjá FC Porto, Eder Militao.

 

Tá Ole Gunnar Solskjær vandi eykaliðið hjá Manchester United fyri nøkrum árum síðani var norski áleyparin hjá AFC Bournemouth, Joshua King millum spælararnar Ole Gunnar Solskjær vandi. Bretskir miðlar vilja verða við, at Joshua King er millum spælararnar Manchester United roynir at fáa aftur til felagið.