Venjarin hjá Manchester United, Sir Alex Ferguson, rósar norska álopsspælaranum Ole Gunnar Solskjær til skíggja eftir hansara avrik higartil í ár. Solskjær, sum er komin rættiliga fyri seg aftur eftir skaða, hevur longu gjørt fimm mál í Premier League.
- Ole klárar seg sera væl, og um hann heldur fram á hendan hátt – og tað fer hann at gera – so skorar hann 20 mál fyri okkum í ár, sigur Ferguson við heimasíðuna hjá Manchester United.Umframt fimm mál í Premier League hevur Solskjær eisini skotið tvey mál fyri norska landsliðið seinastu dystirnar.