Ole Gunnar Solskjær er í hesum døgum í Onglandi, har hann er í samráðinum við Aston Villa um at gerast nýggjur venjari. Fyrrverandi Manchester United framherjin hevur seinasta árið verið venjari hjá norska Molde.
Eftir eitt vánaligt kappingarár hevur Aston Villa valt at koyra Alex McLeish frá sum venjara. Nú er líkt til at tað verður 39-ára gamli norðmaðurin, Ole Gunnar Solskjær, ið tekur yvir. Tað skriva bæði norskir og bretskir miðlar.
Heimasíðan hjá Molde hevur váttað tíðindini.
Ole Gunnar Solskjær skifti til Manchester United frá Molde í 1996. Har spældi hann líka til hann gavst sum yrkisleikari í 2007. Hann tók í 2008 við sum venjari hjá eykaliðnum hjá Manchester United. Í 2010 bleiv hann venjari hjá Molde, har hann megnaði at vinna norska meistaraheitið.