Solskjær ársins spælari

Norska spælarafelagið NISO hevur valt Ole Gunnar Solskjær til ársins norska fótbóltsspælara í ár. 33 ára gamli álopsspælarin hevur verið nógv skaddur seinnu árini, men nú hevur hann rættiliga fingið gongd á spælið hjá sær aftur. Solskjær var ikki til staðar at taka ímóti heiðrinum.
- Eg eri ótrúliga stoltur og samstundis flóvur, tí at eg ikki eri saman við spælarunum, nú eg vann hendan heiðurin. Eg helt, at møguleikin fyri, at eg skuldi fáa heiðurin var so lítil, at eg legði aðrar ætlanir, segði Solskjær við blaðið VG.