Í ÍtróttarSosialinum, sum kemur á gøturnar saman við Sosialinum í dag, ber til at lesa um Sonna Ragnar Nattestad, ið hevur fingið lovað spælitíð frá Ole Gunnar Solskjær, venjara hjá Molde.
Keyp Sosialin á netinum við at trýsta HER
Tað er navnframi venjarin, ið persónliga hevur peikað á Sonna Ragnar Nattestad. – Hann hevur sagt við meg, at eg komi at spæla, sigur føroyski landsliðsspælarin við ÍtróttarSosialin.
Les samrøðu við bersøgnan Óla Mortensen, ið er vónbrotin um sítt avrik í HM í Kanada. Ungi havnarmaðurin fortelur frá HM, einsemi og lívinum á jólum sum svimjari, og hvat hann heldur restar í, til at Føroyar fáa fleiri góðar svimjarar
- Tú kanst kalla meg indara, men ikki børnini hjá mær. Tað sigur Aritra Nandy, ið er í Føroyum á øðrum sinni, tí hann longdist so illa aftur. Les útlendingin í føroyskum ítrótti í dag.
Les eisini um venjaran hjá H71, Sonni Larsen, ið tekur fulla ábyrgd fyri miseydnaðu fintuna á dómaraseðlinum, ið gjørdi at Hilmar Leon Jacobsen mátti sita uttanfyri. Ætlanin var at ræða vestmenningar við at skriva skadda Peter Krogh á listan.
Les eisini ummælið av stroyming hjá Kringvarpinum, stuttsøgd ítróttartíðindi, klummuna, fimm spurningar til Julian Johansen og royn quzzina.