Solskjær keypti Sonna

Sonni Ragnar Nattestad skiftir til norskt felag

Sonni Ragnar Nattestad hevur í dag undirskrivað ein trý ára sáttmála við Molde FK.

 

Norska felagið hevur leitað eftir einum nýggjum verjuleikara seinastu tíðina, tí tað gerst alsamt meiri greitt, at felagið ikki megnar at leingja sáttmálan við Vegard Forren.

 

Tað er Ole Gunnar Solskjær, legendan úr Mancheseter United, sum sjálvur hevur peikað Sonna Ragnar Nattestad út sum spælaran, sum skal inn á liðið.

- Hann hevur sagt við meg, at eg sleppi at spæla, men eg má taka av møguleikanum, sigur Sonni Ragnar Nattestad við Miðlahúsið

 

Ole Gunnar Solskjær var í Sveis og hugdi at Sonna Ragnar Nattestad, tá landsliðið spældi har, og seinastu í novembur var hann í Molde og vitjaði felagið.

 

Sonni Ragnar Nattestad hevur seinasta kappingarárið verið leigaður út til íslendska felagið Fylkir úr íslendska felagnum FH. Áðrenn tað var hann í FC Midtjylland, Horsens og Vejle í Danmark. Í Føroyum umboðaði hann 07 Vestur og MB.

 

Molde endaði nummar fimm í norsku landskappingini í ár.

 

Les meiri í Sosialinum, sum er til sølu seinnapartin.