Ein serfrøðingadómsnevnd og enskir fótbóltsfjepparar velja besta høvuðsvenjaran í Premier League fyri hvønn mánað í kappingarárinum.
Góða gongdin hjá Manchester United síðani norski Ole Gunnar Solskjær tók við høvuðsvenjarastarvinum gjørdi, at Ole Gunnar Solskjær var valdur til besta venjara í Premier League í januar.
Í januar vann Solskjær saman við United 10 av 12 stigum í Premier League, og liðið vann seg tvær ferðir víðari í FA Cup kappingini við sigrum ímóti Reading og Arsenal.
Síðani Ole Gunnar Solskjær tók við venjarastarvinum hálvan desember hevur United vunnið níggju av tíggju dystum, og ein er endaður við javnleiki.
Fyrrverandi stórspælarin hjá United, Ryan Giggs sigur, at tað er er væl uppiborið, at Ole Gunnar Solskjær fær hendan heiðurin: Tað er ótrúlig sum Ole hevur avrikað síðani hann tók við venjarastarvinum. Tað hevur ikki bara verið talan um lættar dystir hjá honum. Talan hevur eisini verið um útidystir ímóti Tottenham og Arsenal. Sigursrøðin er eitt, men mátin Ole hevur vunnið dystirnar uppá gera, at hann hevur uppiborið hendan heiðurin, sigur Ryan Giggs.