Sólrun og sálmarnir í Hoyvíkar kirkju

Í kvøld klokkan 19.30 verður farið undir aftur tiltakið "Miðvika í Hoyvíkar kirkju".

Nú verður farið undir aftur tiltakið "Miðvika í Hoyvíkar kirkju", sum hevur verið fyri nøkrum árum síðani.

 

Kirkjuráðið í Hoyvík upplýsir, at ætlanin er at hava tiltakið eitt mikukvøld í hvørjum mánaði í vetur, og ymisk viðkomandi evni verða á skránni. Vanliga verður tiltakið í kirkjukjallaranum.

 

Fyrsta miðvikan verður í kvøld - mikukvøldið 24. september klokkan 19.30 - í sjálvum kirkjuskipinum.

 

Skaldið, Sólrun Michelsen, sum eigur átta sálmar í nýggja uppískoytinum til Sálmabókina, fer at hugleiða um hesar sálmar, og teir verða eisini sungnir.

 

Albert Pætursson, sum samskipar urgutænastuna í Hoyvíkar kirkju, spælir á urguna.

 

- Aftaná verður kaffimunnur í kirkjukjallaranum, og tá hava fólk eisini høvi at seta Sólrun spurningar. Øll eru hjartaliga vælkomin, sigur kirkjuráðið við Hoyvíkar kirkju.