Sólrun Ørvarodd heldur flaggrøðu á Mørkini Miklu

Eftir flaggdagshaldið, sum verður klokkan 17, bjóðar Sands kommuna inn í ovaru hæddina á bókasavninum til kakao og bollar, og børnini fáa sunkist.

Í dag er 25. apríl, og tað er flaggdagur. Kring um landið verða fleiri flaggdagshald, røður og tónleikur, og soleiðis verður eisini á Sandi í dag.

 

Tað er Sands kommuna, sum skipar fyri flaggdagshaldinum, sum byrjar á Mørkini Miklu klokkan 17.

 

Sólrun Ørvarodd fer at halda røðu, og Sandoyarkórið fer at luttaka við sangi.

 

- Her verður eisini felagssangur, og eftir felagssangin ganga skótarnir skrúðgongu, siga tey í Sands kommunu.

 

Tá løtan á Mørkini Miklu er liðug, bjóðar kommunan inn í ovaru hæddina á bókasavninum til kakao og bollar, og børnini fáa sunkist.

 

- Tað eru okkara trúgvu brúkarar av Tilhaldinum, sum standa fyri hesum partinum av tiltakinum, siga tey í Sands kommunu.

 

##med2##