Sólrun Stefanson úr Havn og yngsti sonur hennara eru farin tann langa vegin til Grønlands at halda jól í ár. Hetta kemst av, at elsti sonur Sólrun og kona hansara, eru flutt til Grønlands at arbeiða. Sonurin og kona hansara hava trý børn, og saman hava tey búð í Nuuk í tvey ár. Hetta er annað árið á rað at Sólrun heldur jól í Grønlandi, men annars hevur hon bert hildi jól heima í Føroyum.
Jólini hjá Sólrun byrjaðu við at tey, jólaaftansmorgun, ótu morgunmat saman við nøkrum av teirra vinum í Grønlandi. Kl 10.00 fóru tey øll oman á Sana (sjúkrahúsið) at taka ímóti jólamanninum, tí tá kom jólamaðurin við tyrlu frá Norðpólinum at heilsa uppá børnini. Tyrlan lendi á parkeringsplássinum uttanfyri Sana. Eftir at børnini høvdu fingið pakka, var fari aftur til hús og so varð slapp av inntil man fór at eta um 18 tíðina.
- Í ár ótu vit saman við eini aðrari føroyskari familju sum býr í sama íbúðarblokkið sum eg. Tá vit høvdu etið, fór hvør familja fyri seg at pakka upp, og so møttust vit aftur til kaffi seinni um kvøldið.
Familjan hjá Sólrun hevur tikið teir føroysku siðirnar við til Nuuk, so jólini vóru ikki hildin nógv øðrvísið enn her heima.
- Vit fingu fylta gás og dunnu við øllum tilhoyri, akkurát sum í Føroyum, sigur Sólrun, og leggur afturat, at hóast tað er sera hugnaligt har, so eigur hon eisini ein son eftir heima í Føroyum, so fyri hana hevði tað verið ynskiligt at øll familjan kundi verið savnað jóladagarnar.