Solospæl eyðkennir valstríðið

Politisku flokkarnir eru ikki førir fyri at formulera innihaldsríkan politikk, og valevnir hava at kalla frítt spæl til at føra persónligt valstríð. Einstøku profilarnir standa tí sterkari enn flokkarnir. Hetta fer at blíva meira sjónligt, nú Føroyar eru eitt valdømi. - Flokkarnir hava hvørki fíggjarligar og umsitingarligar ressursir til at stýra valstríðnum og at koyra síni valevnir fram. Tí verða tey einstøku valevnini í veruleikanum trýst til at fara í sjálvdrátt í valstríðnum, sigur Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur

Valstríð: Flokkarnir hava mist tamarhaldið á sínum egnu valevnum. Tað er so at siga frítt spæl hjá hvørjum einstøkum at profilera seg sjálvan, og valdsbýtið millum valevnir og flokkarnar er nú vent á høvdið: Meðan flokkarnir skapa karmarnar rundanum valstríðið, mynda ávísir persónar innihaldið.

Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur, vísir á, at hetta hevur verið ein greiður tendensur seinastu árini, og at rekrutteringin av valevnum fer at broytast markant.

 

Vantandi ressursir

- Flokkarnir hava hvørki fíggjarligar og umsitingarligar ressursir til at stýra valstríðnum og at koyra síni valevnir fram. Tí verða tey einstøku valevnini í veruleikanum trýst til at fara í sjálvdrátt í valstríðnum, sigur Jógvan Mørkøre.

Hann rør framundir, at flokkarnir ikki eru nóg sterkir til at fara út og siga nágreiniliga, hvørjum teir standa fyri og síðani at koyra valevnir í stilling, sum vilja fremja hesi mál. Hetta uppgávubýtið er skeiklað, soleiðis at valevnini í størri mun stýra flokkinum heldur enn hinvegin.

- Flokkarnir hava ikki umstøður til at stuðla ávísum valevnum, soleiðis at samansetingin í løgtinginum ikki er tengd ov nógv at peningaligu styrkini hjá tí einstaka valevninum. Vandin er, at pengar fara at hava ein størri leiklut í komandi tíðum, heldur Jógvan Mørkøre.

Jóannes Hansen, samfelagsfrøðingur og rektari á Læraraskúlanum, segði í útvarpssendingini Metro, at tað gerst alt meira sjónligt, at valevnir bert arbeiða fyri seg sjálvi. Valtilfarið, sum kemur innum dyrnar, er oftast frá einstøkum valevnum, meðan flokkarnir fella í bakgrundina.

- Ein avleiðing Føroyum sum einum valdømi er, at tey einstøku valevnini eru pískað til at gera vart við seg í almenna rúminum fyri ikki at hvørva í mongdini. Fyrr var valstríðið ikki stýrt í sama mun í fjølmiðlunum, og mátin at reka er broyttur.

 

Veik floksumsiting

- Føroysku flokkarnir hava hvørki fíggjarligar ella umsitingarligar resursir til at føra veruligan politikk, tí at floksapparatini heilt einfalt eru for veik, sigur Jógvan Mørkøre.

Við at hyggja eftir umsitingunum hjá flokkunum fæst sjón fyri søgn. Umsitingin er ofta mannað við púra tilvildarliga settum fólki, sum als ikki hava nakra relevanta útbúgving ella førleikar til at standa fyri flokspolitiskum virksemi.

- Flokkarnir í Føroyum eru ikki førir til at formulera konkretan politikk og at seta framtíðarætlanir út í kortið, tí tað flokspolitiska hevur verið við undirlutan í nógv ár. Tá ein flokkur so kemur til valdið, er hann mangan ikki førur fyri at føra sínar ætlanir út í lívið, sigur Jógvan Mørkøre.

- Valuppleggini eru oftast bara einfaldar yvirskriftir og lítið konkret innihald er at hóma. Í øðrum londum hava flokkar ofta eina sera væl útgreinaða valskrá, sum í smálutum ger greitt, hvussu hesin flokkurin ætlar at nýta valdið. Har manglar kjøt á lyftunum, av tí at flokkarnir einki apparat hava aftanfyri seg, sigur Jógvan Mørkøre um floksframløgurnar higartil.

 

Valfeløgini mist valdið

Ein avleiðing av broytingini í valskipanini, er at rekrutteringin av valevnum gerst heilt øðrvísi, og uppstillingin gerst meira tilvildarlig.

- Valdið er tikið frá teimum lokalu valfeløgunum, og tí er teirra orsøk at eksistera horvin. Hetta sæst væl aftur í tí stríði, sum hevur tikið seg upp millum sentralumst

- Flokkarnir hava eina týdningarmikla uppgávu at rekruttera fólk. Teir skulu skúla fólk til komandi uppgávur í politisku skipanini, men hesa uppgávu megna teir ikki. Vit síggja ofta nýggj landsstýrisfólk, sum als ongan kunnleika til økið, og tí eru givin upp til skutils hjá almennu umsitingini.

Jógvan Mørkøre heldur, at ein loysn kundi verið at styrkt flokkarnar við at hækka almennu játtanina til politisku flokkarnar, soleiðis at flokkarnir gerast førir fyri at reka veruligan innihaldsríkan politikk og at átaka sær tær uppgávur, sum flokkar vanliga hava.