Solosangur og klaverfylgispæl

Í annaðkvøld og mikukvøldið í næstu viku, hava tær báðar Anna Ellendersen, sopran, og Birgitte Schnakenburg, klaverfylgispæl, konsert. Fyrra konsertin verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði og seinna konsertin verður í Klingruni í Norðurlandahúsinum.

 

Anna Ellendersen gongur í løtuni á Music University við PUC-PR í Curitiba, og hevur annars sungið síðani hon var heilt lítil. Í fjør sang hon millum annað í fleiri operaum.

Birgitte Schnakenburg er donsk og starvast á musikkskúlanum í Føroyum sum fylgispælari. Birgitte hevur universitetsprógv í tónleiki frá Danmark, men hevur eisini lisið víðari í Moskva í Russlandi.

 

Konsertirnar við teimum báðum vera mikukvøldið 6. januar og mikukvøldið 12. januar klokkan 19.30.