Solofløga frá songkvinnuni í Evanescence

Amy Lee frá bólkinum Evanescence, vil fegin geva út eina solo fløgu við tónleiki, sum ikki líkist tí tónleiki, sum bólkurin hevur givið út áður.

 

Hennara sermerkta rødd gjørdi skjótt bólkin sera væl umtóktan, og hava tey útgivið tríggjar fløgur seinastu árini. Bólkurin hevur havt fleiri heimshitt, og hava tí ferðast kring heimin og framført frammanfyri fleiri túsund áskoðarum.

 

Songkvinnan hevur arbeitt við framleiðaranum Steve Lillywhite. Tey bæði gjørdu í 2009 og 2010 løg, sum eru meira elektronisk, og tí ikki hóska seg so væl til bólkin Evanescence.

 

Tí valdi Amy at leggja lok á løgini, men hon hevur vónir um, at fløgan einaferð kemur út á marknaðin.

 

Hon sigur soleiðis við Billboard.com: “Eg haldi, at hesi løgini ikki hóska seg so væl til bólkin. Men teir hóska seg væl til eina framtíðar solokarrieru.”

 

Triðja fløgan hjá bólkinum er júst komin á marknaðin.

 

Kelda. Gaffa.dk