Sólirnar slókna í Svimjihøllini

- Vit eru ógvuliga harmar um, at solariumsólirnar nú verða tiknar burtur, siga morgunfrúurnar.

Sonevndu morgunfrúurnar, sum trúliga møta upp í Svimjihøllini í Havn mánamorgun, mikumorgun og fríggjamorgun, eru ógvuliga harmar um, at sólirnar í høllini nú skulu takast burtur.

 

Ætlandi letur Svimjihøllin aftur í endanum av hesi vikuni, og tá latið verður uppaftur eftir jól, verða allar sólirnar burtur.

 

- Vit hava mótmælt hjá Tórshavnar kommunu í tveimum umførum, men hava einki skrivligt svar fingið aftur. Fyrr í heyst lótu vit kommununi eini fýra ella fimm A4-ørk við undirskriftum og mótmæli.

 

Umboð fyri morgunfrúurnar sigur við in.fo, at seinni hava tær eisini latið kommununi avrit av grein hjá donskum professara sum sigur, at tað er heilsugott at taka solariumsól við máta, tí tað hjálpir upp á trotið av eitt nú d-vitaminum.

 

- Ætlanin í fyrstani var, at bara morgunfrúur og morgunharrar skuldu skriva undir mótmælisskrivið til kommununa. Men, tað vísti seg, at næstan øll skrivaðu undir og vildu vísa sína ónøgd við, at sólirnar verða tiknar burtur.

 

Frúan, sum in.fo hevur tosað við, sigur, at tað er ikki soleiðis, at tær endiliga brúka sólirnar so ógvuliga nógv, men tað hevur verið ógvuliga deiligt at kunnað tikið sól av og á, bæði fyri sjálvt ljósið, giktina og vælveruna annars.

 

- Vit eru ógvuliga harmar, tí vit duga ikki at síggja, at sólirnar eru til bága, men heldur eru ein partur av vælveruni.

 

Tað er longu rúm tíð síðan, at 18 ára aldursmark varð sett fyri at brúka sólirnar í Svimjihøllini, eins og tað ikki longur bar til at koyra pengar í automat og taka sól.

 

- Nú mugu tey, sum ætla sær at taka solariumsól, keypa sær tíð við lúkuna, og her hevur verið strangt eftirlit við, at fólk eru 18 ár og eldri, sigur morgunfrúan, ið tók stig til at savna undirskriftir ímóti at taka sólirnar í Svimjihøllini burtur.