Annar dagurin á Summarfestivalinum er nýliga byrjaður, og lagið er gott.
Til stóra gleði fyri bæði festivalgestirnar, men eisini fyri fyrireikararnar hevur veðrið verið gott í kvøld. Fyrr í dag var eitt sindur av sirmi, men tað er onki av tí nú. Tíðliga í kvøld kom sólin veruliga fram, har hon skein á bæði Vágsbø og alt festivaløkið sum heild.
Sambært forsøgnunum sigur hann frá sól restina av kvøldinum. Ættin verður útsynningur-vestan, sum er besta ætt í Klaksvík. Tað verður turt so at siga restina av kvøldinum. Líka nakað eftir midnátt verður eitt sindur av sirmi, men ikki nakað, sum skuldi bilað.
Hóast turt í gjár, so var nakað kalt, men í kvøld verður nógv lýggjari, har hann sigur frá heili 11 gradum alt kvøldið og alla náttina við. Tí er lagt upp til eitt gott festivalkvøld, um hugsað verður um veðrið.










